Borðtenniskvinnur vunnu silvur

Henrietta Nielsen og Durita F. Jensen taptu í finaluni ímóti Guernsey.

Henrietta Nielsen og Durita F. Jensen vóru í dag í finaluni í tvímansleiki í borðtennis. Tað var ógvuliga óvæntað, at tær yvirhøvur náddu at koma í finaluna, og var hetta fyrstuferð nakrantíð, at føroyskt kvinnuborðtennis myndaði eina finalu á oyggjaleikum.

 

Mótstøðuparið var Alice Loveridge og Dawn Morgan frá Guernsey, sum frammanundan vóru favorittar at vinna kappingina. Tvey tey fyrstu settini tóktust tær føroysku nervøsar og Guernsey koma skjótt á odda 2-0 í settum.

 

Í triðja setti sá út til at ganga sama vegin, tí Guernsey kom á odda 5-2. Tá funnu tær føroysku stórspælið fram og gjørdu ikki mætari enn at vinna níggju teir næstu bóltarnar. Harvið minkaðu tær til 2-1 í settum.

 

Seinasta settið var talan um avsmurning. Eina løtu var Guernsey á odda 9-0. Tað endaði við, at tær vunnu 11-3 og harvið finaluna 3-1 í settum.

 

Hýrurin í føroyska ferðalagnum er tó ógvuliga góður, tí silvur til føroyskar borðtenniskvinnur er tað besta, ið nakrantíð er rokkið í oyggjaleikahøpi.