Fyrsti dysturin hjá føroyska borðtennis landsliðnum, hevur júst verið á skránni. Føroyar spældi fyrsta dystin móti Grønlandi, og føroysku luttakararnir fingu eina heldur keðiliga byrjan.
Dysturin endaði við tí at Grønland vann dystin 6-1.
Spældir vóru fýra dystir í harrasingle, ein í kvinnusingle, ein í double single og ein í blandaðum tvímansleiki.
Føroyingurin, ið fekk tað eina stigið var Henrietta Nielsen, sum í kvinnusingle vann 3-0 móti Arnannguaq Lyberth.
Sett úrslitini frá fyrsta dystinum móti Grønlandi vóru annars hesi:
Hallur Thorsteinsson - Ivik Nielsen 2-3
Henrietta Nielsen - Arnannguaq Lyberth 3-0
Fróði F. Jensen - Aqqalu Nielsen 1-3
Henrietta Nielsen/Durita F. Jensen - Arnannguaq Lyberth/Nukannguaq Søholm 1-3
Fróði F. Jensen - Ivik Nielsen 0-3
Fróði F. Jensen/Henrietta Nielsen - Ivik Nielsen/Arnannguaq Lyberth 0-3
Hallur Thorsteinsson - Aqqalu Nielsen 1-3










