Borðtennis og badminton aftur í gongd

Fyrstu kappingarnar í nýggja kappingarárinum vóru um vikuskiftið. Sí úrslit her!

Vetrarítróttirnir eru við at koma upp í snúningar aftur, og um vikuskiftið vórðu fyrstu kappingarnar í borðtennis og badminton avgreiddar. Talan var í báðum førum um fyrsta umfar í grand prix-røðini, ið eru stigakappingar býttar út um alt kappingarárið.


Fyri tær smærri ítróttargreinarnar hevur tað nógv at siga, at talan er um eitt sokallað oyggjaleikaár. Tað merkir, at verandi kappingarár er upphiting til oyggjaleikir, sum verða á Jersey næsta summar.


Borðtenniskappingin var í skúlanum við Løgmannabreyt í Hoyvík, og kunnu øll úrslitini síggjast á btsf.fo. Badmintonkappingin var í høllini í Vestmanna, og kunnu øll úrslitini síggjast á bsf.fo.