Bora Norður um Fjall beinanvegin tað er liðugt í Hvalba

Farast skal undir at bora tunlarnir Norður um Fjall, alt fyri eitt, Hvalbiartunnilin er boraður ígjøgnum. Tað boðaði Heðin Mortensen, landsstýrismaður í samferðslumálum, frá í Løgtinginum í farnu viku

 

Hann hevur annars boðað frá, at nú Articon fer at bora tunnilin til Hvalbiar, fer hann at biðja byggifelagið um eitt óbindandi tilboð upp á at gera Fámjinstunnilin eisini, tí hann væntar eitt gott tilboð, nú Articon hevur amboðini í Suðuroy kortini.

 

Annars hevur samgongan lovað, at farast skal undir tunlarnar Norður um Fjall, so títt og knapt, arbeiðið at bora tunnilin til Hvalbiar er liðugt.

 

Og tí vildi Jónleif Johannesen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, hava greiði á, hvør ætlanin er, tí skal Fámjinstunnilin gerast beint aftan á Fámjinstunnilin, slepst ikki undan at Tunlarnir Norður um Fjall verða at bíða í eina tíð.

 

Kári P. Højgaard undrast á tað, sum fyriferst, tí týsdagin skuldi Heðin Mortensen fáa eitt óbindandi tilboð upp á at gera tunnilin til Fámjins beint eftir Hvalbiartunnilin. Nú segði hann tað beint øvugta, men hann helt rætt og slætt, at tað mátti vera eitt ávíst jørðforbindilsi.

 

Men Heðin Mortensen vissar um, at avtalan verður hildin, og sostatt verða tunlarnir Norður um Fjall gjørdir beinanvegin tað er liðugt at bora í Hvalba. Hann sigur, at tað er eingin slingur í valsinum. Og sambært umboðum fyri samgonguna, verður tað sostatt longu um einar tíggju mánaðir, at borin verður settur á í tunlunum Norður umFjall.

 

Hinvegin er tað ókeypis at kanna, hvat tað hevði kostað at gjørt Fámjinstunnilin beint eftir Hvalbiartunnilin, so kann Løgtingið fáa teir upplýsingarnar. 

 

Røddir hava eisini verið frammi um, at linjuføringin skal flytast, so at tunnilsmunnin í Klaksvík verður í Gerðabøi, men Landsstýrismaðurin sigur, at nú verður hildið fast um ætlaðu linjuføringina.