Bora Anne Marie í juni

7. brunnurin. Ætlanin er at seta hol á aftur føroysku undirgrundina umleið 10. juni.

-----

Boripallurin West Phoenix er nakað seinkaður og fer eftir ætlan at seta borin í undirgrundina um hálvan juni. Men hvussu hevur gingist við fyrireikingunum til henda sjeynda brunnin á landgrunninum spurdu vit Meinhard Eliassen á Jarðfeingi. Hann sigur, at tey hava havt góða tíð til at gjøgnumganga alt tilfarið í sambandi við boringina. Tað fekk Jarðfeingi longu í 2008. Ætlanin var at bora í 2009, men av tí at boripallurin ikki varð klárur tá varð avgjørt at útseta boringina til í ár. ENI fekk endaliga boriloyvið 15. apríl í ár. Stutt frammanundan hevði ENI fingið neyðugu loyvini frá Umhvørivsstovuni í sambandi við nýtslu og útláti av tilfari umborð á pallinum.

Meinhard Eliassen, sum m.a. hevur við trygdina at gera, sigur, at eftir ætlan skal boripallurin verða liðugur við sína uppgávu í norskum sjógvi fyri Total hálvan mai. Síðani fer pallurin inn í norska havn at gera nakrar umbyggingar. Tær taka eina góða viku og kemur pallurin til Føroya í juni. Boringin er ætlað at taka einar 75 dagar. Vit fáa tí vónandi okkurt at vita um úrslitið beint eftir ólavsøku.

Meinhard Eliassen hevur saman við fólki frá Skipaeftirlitinum vitjað umborð á pallinum og sýnað hann. Pallurin, sum er milllum teir mest framkomnu í heiminum, varð bygdur í Suðurkorea fyri tveimum árum síðani. Tøknin umborð er tann allarnýggjasta, sum finst á marknaðinum.

Stórar vónir
Uppá fyrispurning hvat jarðfrøðingarnir hjá Jarðfeingi siga til útlitini fyri, at Anne Marie brunnurin verður eitt lønandi fund, nú aðrir jarðfrøðinar hava sagt seg hava stórar vónir til prospektið, sigur Meinhard Eliassen, at teir eru sum so nógvir aðrir jarðfrøðingar hjá ymsum oljufeløgum, rættiliga spentir uppá júst henda brunnin.

-Vit vita, at oljuleiting er eitt lottarí í nógvum førum. Vit vóna, at hesaferð fer tað at eydnast okkum at raka rætt.

Eisini Petur Joensen, stjóri á Jarðfeingi er sum vera man sera spentur um henda sjeynda brunnin. Sjálvur heldur hann ikki, at tað er so løgið, at einki veruligt fund enn er gjørt við Føroyar, tí økið er nýtt, og bert fáir brunnar boraðir í mun til onnur øki.

-Okkara jarðfrøðingur, Heri Ziska plagar at vísa eina mynd, tá hann heldur fyrilestrar, sum vísir, at bæði í vídd og dýpd eru vit komin sera stutt, so her er nógv eftir at royna. Okkara uppgáva er nú at halda feløgunum til, og so fáa vit at síggja.

-Skuldi hesin brunnurin verið turrur, fer tað ikki at hava eitt sera negativt árin á alt tað føroyska økið?

-Menniskjað er soleiðis innrættað, at sjálvt um vit innast inni vita, at sannlíkindi fyri at finna eru nógv minni enn fyri einki at finna, so eru vónirnar soleiðis, at gongur ikki sum vónað og ætlað, so verður man vónsvikin. Og tí fer tað at hava eina negativa effekt beint eftir eina turra boring, men vit vita eisini, hvat vit hava av potentiali uppá longri sikt at royna eftir, og tí vænti eg heldur ikki, at vónbrotið fer at vara so øgiliga leingi, um tað skuldi verið so.

Fleiri skot í byrsuni
-Hetta er so ikki seinasta skotið í byrsuni. Tit hava jú eisini tveir Statoilbrunnar á skránni.

-Vit vóru sera fegnir um, at Statoil saman við øðrum feløgum átók sær at bora tveir brunnar aftrat. Og tað er sjálvandi við til at halda áhuganum fyri økinum uppi. Skuldi tað hent, at hesin brunnurin, sum ENI borar, ikki innihelt tað stóra, so er tað nógv betri at vera í tí støðu, at tveir brunnar standa og bíða.

jan@sosialurin.fo