Bora 5 brunnar hinumegin markið komandi árini

Atlantsmótið er av álvara við at koma aftur á oljukortið. Fleiri stór altjóða oljufeløg fara komandi tvey árini at seta borin í undirgrundina á fimm ella kanska uppaftur fleiri støðum á bretska landgrunninum. Fyri Føroyar hava hesar boringar stóran týdning, tí tær verða allar framvið markinum skamt frá føroyska landgrunninum, har fleiri leitiloyvi vórðu latin fyrr í ár

Oljuleiting
Jan Müller
jan@sosialurin.fo


Herfyri upplýsti oljufelagið Chevron, at tað fer at bora ikki færri enn tríggjar avmarkingarbrunnar á Rosebankøkinum, har ein risastór oljakelda varð funnin fyri góðum ári síðani.

Nú skilst, at lív fer eisini at koma í enn eitt oljufund, sum varð gjørt fyri nøkrum árum síðani beint sunnan fyri Rosebank. Talan er um oljufundið Cambo, sum higartil hevur verið eitt sokallað tighthole tvs. at einki er komið út alment um fundið. Keldur í oljuverðini vilja tó vera við, at her er talan um eitt veruligt oljufund. Higartil er boraður ein avmarkingarbrunnur har, og nú skilst, at oljusamtakið við Amerada Hess sum fyristøðufelag fer at bora enn ein avmarkingarbrunn í næsta ár. Nú verður so leitað eftir boripalli.

Fara vit longur norður eftir framvið markinum, so hava Chevron og Mærsk í kvittanum at bora ein brunn í 2007 í einum loyvi, sum somuleiðis liggur uppat føroyskum øki.

Okkurt bendir á, at eisini annað borivirksemi verður á bretskum øki vestan fyri Hetland komandi árini.