Borðtennis
Hetta er sum vera man ein sera sterk kapping, tí einans tær seks bestu í hvørjum aldurbólki kunnu luttaka í finalunum. Sostatt hava hesar tríggjar føroysku genturnar vunnið seg fram millum seks tær bestu í Danmark, í sínum aldurbólkum, og er hetta einki annað enn eitt megnar bragd.
Hesar tríggjar genturnar, luttóku fyrr í ár saman við fleiri øðrum føroyingum í sterkari kapping í Brøndby. Og eru tað úrslitini frá hesi kappingini sum hava gjørt at føroysku genturnar, kunnu luttaka í Grand Prix finaluni.
Kappingin verður sunnudagin 21. mai í Århus, men ferðalagið fer longu fríggjadagin til Danmarkar. Fríggjakvøldið og leygardagin verður venjing á skránni, og verður tað landsliðsvenjarin, Preben Larsen, sum tekur sær av hesum. Og sunnudagin verður so farið í holt við sjálva kappingina.










