Borðtennislandsliðið tapti aftur

Eins og Rodos seinnapartin í gjár, gjørdist Guernsey ein ov stórur biti hjá føroyska landsliðnum í borðtennis. Úrslitið gjørdist 6-1 til Guernsey. Kappast verður í liðkapping, og føroyska liðið hevur nú tapt tveir av trimum dystum.

Kjartan Eli Hentze tryggjaði føroyska liðnum eina stigið.