FM fyri eldri var í dag í Eysturskúlanum í Havn. Alt innleiðandi varð spælt í dag, meðan finalurnar verða leiktar í morgin, tá ið stórfingni finaludagurin í borðtennis, badminton og judo verður hildin í badmintonhøllini.
Í meistaradeildini hjá monnum eru Ragnar Egilsson og Rói Agnarsson náddir til finaluna. Rói vann í hálvfinaluni 4-2 á Peturi Niclasen, sum hevur verið føroyameistari heili 14 ferðir. Fyrstu ferð í 1984, og seinast í fjør.
Hjá kvinnum eru Rakul Mikkjalsdóttur og Marin í Dali finaluklárar. Hesar finalur verða at síggja í føroyska sjónvarpinum í morgin.