BORÐTENNIS
Leygardagin og sunnudagin hevur svenski borðtennisinstruktørurin, Jan Berner, verið og vitjað í Føroyum. Tað er Borðtennissamband Føroya (BTSF) sum hevur fingið instruktørin til Føroya, her hann hevur hildið skeið fyri borðtennisleikarum og borðtennisvenjarum. Jan Berner arbeiðir sum instruktørur fyri altjóða borðtennissambandið, ITTF. Í Føroyum hevur hann hildið eitt skeið, sum av teimum mongu skeiðunum kallast “level 1”. Tað er eitt grundskeið, sum inniheldur frálæru av mest grundleggjandi venjingarhættunum hjá borðtennisvenjarunum.
Jan Berner er ein væl virdur instruktør, sum stórt sæð bara hevur verið og lært frá sær í Afrika og Asia. Fyrstu ferð hann undirvísti í Evropa var fyri tveimum vikum síðani, tá ið hann undirvísti í Íslandi. Um vikuskiftið var hann altso í Føroyum.
Fjølbroytt
Í undirvísingini hevur Jan Berner ikki bara staðið og fylt skeiðluttakararnar við orðum, men fyri at gera tað heila veruligari, hevur eisini verið spælt borðtennis, soleiðis at tingini, tosað hevur verið um, verða roynd av. Hetta hevur verið við til at gjørt tingini betur skillig.
Í undirvísingini hevur Jan Berner eisini víst fram dømi frá borðtennisvenjingum á sjónvarpsskýggja, so tað hava verið nakrir lívligur undirvísingartímar, sum hava gingið fyri seg í Eysturskúlanum í Havn.
Liður í OyL-fyrireiking
Venjaraskeiðið hevur havt fyri eyga at ment borðtennisvenjarar í Føroyum. Eitt, sum sambært formanninum í BTSF, Andras Nolsøe, er ein mangulvøra í Føroyum. Andras sigur, at hetta er ein liður í einari eitt ára langari fyrireiking til Oyggjaleikirnir komandi ár. Fyrireikingarnar halda longu fram tíðliga í komandi mánaða, tá ið landsliðið í borðtennis fer til Danmarkar á venjingarlegu og at leika venjingardyst ímóti útvaldum liði av Lollandi.
Aldursforsetin og ein av lyklaleikarunum á føroyska landsliðnum í nógv ár, Kjartan Eli Hentze, hevur boðað frá, at hann ikki ynskir at verða úttikin til Oyggjaleikirnar aftur. Tískil verður tað væntandi eitt sera ungt lið, sum verður sent avstað at umboða Føroyar komandi Oyggjaleikir.









