FM- finalan í tvímansleiki hjá monnum er nú avgjørd. Tað vóru teir báðir Peter Niclasen og Pætur Albinus, ið vunnu rímiligan sannførandi 3-1 á Halli Thirsteinsson og Fróða F. Jensen. Peter og Pætur komu skjótt á odda 2-0, áðrenn Hallur og Fróði vunnu stórt í triðja setti og harvið aftur settu spenning í dystin. Peter og Pætur tóku tó skjótt spenningin úr aftur dystinum, eftir at teir førdu alt fjórða sett, avgjørdu og harvið vunnu dystin 3-1. Settúrslitini gjørdust 11-7, 11-7, 3-11 og 11-8. Dystin um bronsuna vunnu Ragnar Egilsson og Sigurð D. Carlsson á feðgunum Vilmund og Ian Jacobsen.










