Borðtennis: Henrietta Nielsen og Durita F. Jensen eru føroyameistarar í tvímansleiki

Fyrsta finalan í ársins stóra finaludegi, Kontrast FM, er av.

Tað var tvímansleikur hjá kvinnum, ið var á skránni. Úrslitið av hesi finalu gjørdist at Henrietta Nielsen og Durita F. Jensen gjørdust føroyameistarar.

Tær bastu Mariu Albinus og Sólju Djurhuus í finaluni við 3-0 í settum.

Settúrslitini gjørdust 11-5, 11-8 og 11-8