Løgmansrøða hevur fingið lemjandi atfinningar frá andstøðuni. Hetta halda vit er eitt sindur órættvíst. Víst er ikki óvanligt, at samgongufólk rósa, meðan andtøða finst at eini løgmansrøðu. Núverandi løgmaður helt seg heldur ikki aftur við sínum hvøssu atfinningum, tá hann sat í andstøðu. Tað vil so vera og vit hava her onga sum helst skyldu at verja samgonguna. Hinvegin halda vit tað vera eitt sindur órættvíst at skíra løgmansrøðuna fyri politiska svadu og at siga hana vera skizzofrena. Ikki tí at vit meta orðið sum nakað ókvæmsorð, men tí, at vit meta hetta vera eitt sindur órættvíst. Røðan er heilskapað og als ikki uttan visjónir. Hon er eisini eyðkend av, at tað er og hevur verið rættiliga góður polititiskur arbeiðsfriður hesi árini. Og hetta var júst eitt endamál við hesi samgongu, at hon skuldi skapa arbeiðsfrið og stabilitet, nakað sum bæði vinna og einstaklingar suffaðu eftir undir tí trubulentu fullveldissamgonguni. Sagt verður, at løgmanssrøðan bert er ein politisk svada uttan visjónir. Hetta er ikki heilt rætt. Visjónir snúgva seg um annað enn fullveldi. Visjónir snúgva seg m.a. um eisini um gerandisdagin hjá vanligum fólki, og hetta var júst nakað av tí, sum henda samgongan legði dent á, tá hon legði frá landi. Hinvegin hevur formaður Tjóðveldisfloksins rætt í, at politiskar visjónir skulu ikki orðast av embætisfólki. Er hetta so, er tað átaluvert, tí sjálvandi skulu visjónirnar orðast av politikarunum sjálvum. Hinum kemur lítið gott burturúr tað hava vit sæð við eitt nú Hvítubók, sum í stóran mun júst var eitt (frálíkt) embætismannaog serfrøðingaavrik uttan politiska kjølfestu.
Men sum sagt er nógv áhugavert í løgmansrøðuni, sum viðkemur vanligum fólkum og teirra dagliga lívi. Víst verður á, at húsaprísirnir hækka. Tað kostar nú so nógv at keypa sær hús ella íbúð í miðstaðarøkinum, at tað nærum er vónleyst hjá ungum familjum, skulu tær ikki at binda seg fíggjarliga til langt inn í ellisár. Oljuprísirnir eru methøgir, og tí er tungt at húsast hjá nógvum familjum og hjá eldri fólki. Løgmaður lovar at gera nakað við hetta, og lovar, at familjan fer at standa fremst í raðfestingunum á komandi fíggjarlóg. Bústaðarpakkin, sum Landsstýrið fer at leggja fram, fer at gera tað lættari hjá ungum fólki og familjum at seta búgv og fer eisini at betra um møguleikarnar hjá fólki við serligum tørvi at fáa sær egnan bústað. Hetta fer at verða gjørt við tveimum lógaruppskotum - einum um lutaíbúðafeløg og einum um bústaðapartafelag. Skipanin við lutaíbúðafeløgum ger tað lættari hjá fólki við lægri inntøkum at seta føtur undir egið borð. Somuleiðis fara eldri fólk at kunna skifta hús síni um við minni bústaðir. Við hesum gerst bústaðarmynstrið fjølbroyttari. Lógin um bústaðapartafelag fer at skipa Húsalánsgrunnin og Íbúðagrunnin í eitt alment partafelag, sum skal fíggja bústaðir til fólk við serligum tørvi.
Landsstýrið fer at gera tað møguligt hjá lesandi at fara í barnsburðarfarloyvi, so at korini hjá teimum gerast betri og farið verður undir at leggja barnafrádráttin um til eitt útgjald. Hetta merkir, at eisini tey, sum onga arbeiðsinntøku hava, fáa barnastuðul. Umframt hetta ætlar Landsstýrið at hækka stuðulin til barnafamiljur við serligum tørvi. Landsstýrið fer at leggja fram uppskot um sjúkradagpeningalóg, sum fer at gera, at tímalønt fáa betri møguleikar at vera heima hjá sjúkum børnum, og eitt uppskot um felags foreldramyndugleika fyri at styrkja støðuna hjá bæði børnum og foreldrum. Hetta kann bert vera at fegnast um, men samstundis mugu vit ávara um, at her er talan um sera stór og kostnaðarmikil lyfti, sum andstøðan hevur skýrt at vera beinleiðis vallyfti. Skal andstøðan ikki fáa rætt, so má og skal samgongan fremja hesi lyfti á ein sømiligan hátt. Hetta merkir, at tað má ikki henda, at samgongan í evstu løtu samtykkir neyðugu lógirnar fyri síðan at lata fíggingarspuringin yvir til eitt komandi landsstýri. Borðið bindur, og alt má vera púra klárt, tá henda samgonga um ikki so langa tíð fer til val.