Boomtown í Norðurlandahúsinum

Menningarstovan og Norðurlandahúsið fara í sambandi við AME-Føroyar at skipa fyri seminarið undir heitinum Boomtown – ein vinnulig og listarlig menningarætlan fyri popp- og rokktónleik.

Skeiðið verður í Norðurlandahúsinum mikudagin tann 11. apríl, kl. 13-17. Seminarið tekur støði í royndunum frá Boomtown verkætlanini í Dalarna í Svøríki.
Á seminarinum sigur Kaj Podgorski, sum er verkætlanarleiðari, drívmegin og eldsálin aftan fyri Boomtown frá tankunum aftan fyri og royndunum frá Boomtown.

Vilja skapa ein kraftdepil
Boomtown miðar eftir at gera Dalarna, ið liggur umleið 200 km norðan fyri Stockholm, til ein svenskan og evropeiskan kraftdepil innan fólksligan tónleik (rokk og popp). Boomtown byggir á tríggjar súlur: Útbúgving, netverk og vinnulívsmenning. Boomtown hevur í samstarvi við Luleå Tekniska Universitet fingið sett á stovn fyrstu universitetsútbúgvingina í Norðurlondum fyri rokk- og popptónleikarar, og í næstum verða eisini miðnámsútbúgvingar settar í gongd. Boomtown hevur skapað eitt umfatandi lokalt netverk fyri útbúgvingarstovnar, myndugleikar, tónleikarar og tónleikafyritøkur í Dalarna og eru nú við at útbyggja eitt altjóða netverk. Boomtown arbeiðir eisini miðvíst við útbreiðslu og distributión av tónleiki, og endamálið er at skapa tónleikinum so beinleiðis atgongd til altjóða marknaðin sum gjørligt.

Royndur fyrilestrarhaldari
Fyrilestrarhaldarin Kaj Podgorski er 35 ára gamal og hevur fingist við tónleik alt sítt lív, bæði sum tónleikari, fyriskipari, vinnulívsmaður og ígongdsetari. Hann stovnaði og eigur Dalacarlia Drum Center, sum er ein av størstu trummuhandlunum í Norðurlondum, og seinastu fimm árini hevur hann arbeitt fulla tíð sum leiðari av Boomtown, sum hann eisini var stigtakari til.

Vil skapa sambond
Við seminarinum í Føroyum ynskir Kaj ikki bara at siga frá Boomtown verkætlanini og hugsjónunum aftan fyri verkætlanina, men í eins stóran mun at fáa høvi at práta við fólk innan føroysku tónleikavinnuna og fáa sambond við tónleikarar, bólkar, felagsskapir og einstaklingar, sum virka innan vinnuna. Kaj vil eisini fegin hitta fólk, ið hava við tónleik at gera undir meira óformligum viðurskiftum, og vilja vit tí heita á luttakarar úr tónleikavinnuni um at seta tíð av mikukvøldið til meira avslappaða samveru, har møguleiki verður fyri práti um tónleik og tónleikavinnu í Føroyum. Hetta er tó ongin treyt fyri at luttaka á seminarinum.

Um hetta hevur tín áhuga, kanst tú melda teg til seminarið við at senda ein teldupost til mh@trade.fo ella ringja til Menningarstovuna, telefon 353100, í seinasta lagi mikudagin 4. apríl. Hevur tú spurningar kanst tú ringja á telefon 353116 ella fartelefon 218404.

Tú kanst lesa meira um Boomtown á www.boomtown.nu .