Manchester City hevur keypt Wilfred Bony frá Swansea fyri áleið 240 milliónir krónur. 26 ára gamli fílabeinsstrandingurin fær næstan eina millión krónur um vikuna komandi fýra og eitt hálva árið.
Wilfred Bony skoraði í 2014 tjúgu mál fyri Swansea í Premier League. Manchester City hevur longu mannin, sum skoraði næst felst mál í 2014. Sergio Aguero, sum skoraði 18 farna árið. Faktist, so hevur Manchester City nú tríggjar teir mest skoraði spælararnar í Premier League frá í fjør, tí nummar trý á listanum er ongin minni enn miðvallarin, Yaya Toure.
Fyri at tað ikki skal vera lygn, so er Edin Dzeko nummar fimm á listanum við 14 málum, tvey færri enn Wayne Rooney. Sostatt hevur Manchester City nú fýra av fimm teimum mest skorandi spælarunum í Premier Leagur frá í fjør.
Fílabeinsstrondin er partur av Africa Nations Cup, sum verður í næstum. Tí verður Wilfred Bony ikki at síggja við Manchester City komandi dystirnar. Swansea keypti í 2013 Wilfred Bony frá Vitesse í Hollandi fyri áleið 140 milliónir krónur.
Sostatt hevur felagið eitt yvirskot í keypsprísi upp á góðar 100 milliónir krónur eftir hálvum øðrum ári. Tað ljóðar eisini, at Swansea kann fáa upp til 30 milliónir krónur fleiri alt eftir hvussu Wilfred Bony klárar seg.
Manchester City hevur longu Sergio Aguero, Edin Dzeko og Stevan Jovetic í hópinum. Teir eru allir áleyparar, men fleiri dystir um ársskiftið spældi Manchester City uttan áleypara, tí allar vóru skaddir.