Bónus letur uppaftur 28. desember

– Vit miða eftir at lata handilin uppaftur mikudagin 28. desember.

 

Tað sigur Niels Mortensen, stjóri í SMS, sum eigur Bónushandlarnar.

 

Tað var týsdkvøldið 6. desember, at eldur kom í matvøruhandilin Bónus í Hoyvík. Brandskaðin var serliga stórur á goymsluni. Millum annað skulu fleiri frystarar skiftast út, og partar av útveggunum skulu eisini skiftast. Men í sjálvum handlinum var talan um roykskaða, sum tó eisini er sera umfatandi. Fólk eru komin niðrifrá, sum eru serkøn í at reinsa roykluktin burtur. Nógvar vørur eru koyrdar burtur, aðrar verða vaskaðar.

 

Skaðin er ikki heilt uppgjørdur enn, men mett verður, at talan er um einar 5-7 milliónir krónur.

 

Niels Mortensen sigur, at tey vilja sjálvandi lata upp sum skjótast, men tey fáa ikki latið upp, fyrr enn handilin er klárur. Goymslan verður ikki klár enn á sinni, tí har skal stórt umvælingararbeiði gerast, men so má handilin bara klára seg við minni goymslu eina tíð, sigur Niels Mortensen.

 

Enn er tað ikki heilt greitt, men sum málið er í dag, so verður latið upp mikudagin 28. desember, sigur Niels Mortensen.