HeiÐursløn
Árni Joensen:
Mánadagin fer norska Nobel-nevndin at hyggja at teimum 150 uppskotunum, sum hon hevur fingið um, hvør skal fáa Nobel-friðarheiðurslønina í ár, men ikki fyrr enn tann 25. oktober verður listin við uppskotunum lagdur fram.
Tað er kortini greitt, at nógv kend nøvn eru á listanum í ár eins og undanfarin ár. Eitt teirra er Bono úr tónleikabólkinum U2. Hann hevur í mong ár verið heitur talsmaður fyri, at tey ríku londini og Heimsbankin eiga at strika skuldina hjá teimum fátæku londunum.
Men tað er longu nú greitt, at Bono fær harða kapping. Millum hini uppskotini eru eitt nú Jóhannes Páll pávi, fyrrverandi kekkiski forsetin, Vaclav Havel, kinesiski andstøðingurin Wei Jingsheng, fongslaði ísraelski kjarnorkuteknikarin Mordechai Vanunu og kubanski mannarættindastríðsmaðurin Oswaldo Paya Sardinas.
Skuldi tað eydnast ST-vápnaeftirlitsmonnunum at forða fyri kríggi í Irak, verður hildið, at teir báðir oddamenninir, Hans Blix og Mohamed ElBaradei, hava góðar møguleikar at fáa friðarheiðurslønina. Báðir eru í uppskoti. Tað er franski forsetin, Jazques Chirac, eisini - ivaleyst fyri sítt stríð ímóti amerikansku stjórnini í Irak-málinum.