Bono tosar um komandi U2 fløguna

Menninir í bólkinum U2 eru í upptøkuhølunum, og gera klárt til nýggju útgávuna. Nú hevur oddamaðurin í bólkinum tosað við miðlarnar um fløguna, sum mong gleða seg til at hoyra.

 

- Í bólkinum kalla vit fløguna "10 Reasons To Exsist" - men vit hava minst seks ymisk heiti, sigur hann við The Sun.

 

Hann leggur aftrat at, - Vit í U2 eru væl fyri. Limirnir í bólkinum eru heitir fyri tíðina, og hava veruliga hug til at gera eina nýggja fløgu. Og teir leggja einki í, um tað tekur 10 ár og ongantíð fer at henda aftur - bara tað verður gjørt ordiligt, sigur Bono.

 

Seinasta fløgan frá U2 kom á marknaðin í 2009, og bar hon heitið "No Line On The Horizon. Ein fløga, sum millum annað ummælarin hjá Gaffa gav fimm stjørnur. Ummælarin Lars Løbner Jeppesen segði, at hendan fløgan var ein sigur fyri U2.

 

Komandi fløgan verður tann 13. studiofløgan hjá bólkinum, síðan fyrsta fløgan "Boy" kom á marknaðin í 1980. Plátufelagið hjá bólkinum sigur, at nýggja fløgan kemur á marknaðin í 2013.

 

Hetta veit Gaffa í dag.