Hjá monnunum eru tað Sigfríður S. Clementsen úr Víkingi, Sámal Erik Hentze úr B36 og Trygvi Mortensen úr NSÍ, sum hava fingið flestu atkvøðurnar.
Hjá kvinnunum eru tað Alexander Djordjevic úr KÍ, Allan Dybczak úr HB og Poul G. Olsen úr EB/Streymi/Skála, ið hava fingið flestu atkvøðurnar.
Vit skulu gera vart við, at raðfylgjan omanfyri einki sigur um, hvør teirra hevur vunnið heiðurin. Tann parturin verður avdúkaður á tiltakinum hjá FSF og Miðlahúsinum. Tiltakið verður á No 12, sum er juicebarrin við suðurendan av Tórsvølli. Byrjað verður klokkan 17.30, og fer Rás2 at senda beinleiðis.










