Jóhann Fagraklett er knæbóndi í Gásadali, og hann hevur gjørt nakrar royndir við at turka hoyggj, dyrka korn og gera kraftfóður í Gásadali. Kálvarnir fáa upp á hendan mátan føroyskt korn aftrat føroyskum hoyggi, og haraftrat verður kornið nýtt til ølbryggjan hjá Føroya Bjór í ølini, sum kallast Múlafossur.
Hetta hevur riggað væl higartil, heldur gásadalsbóndin, men hann ætlar sær ikki at taka ábyrgd fyri allari fóðurframleiðslu í Føroyum – hendan uppgávan eigur at liggja hjá øðrum, meinar hann.
– Tað er jú púra galimatias, at ein maskinmeistari, sum bleiv knæbóndi fyri seks árum síðan, skal fáa gongd í fóðurframleiðslu til landbúnaðin, sigur Jóhann, sum heldur meinar, at uppgávan átti at ligið hjá til dømis Búnaðarstovuni.
– Sjálvandi burdi Búnaðarstovan gjørt allar hesar royndirnar og verið við til at fingið eina ordiliga fóðurframleiðslu upp á beinini. Tíverri má eg bara staðfesta, at aktivur landbúnaðarpolitikkur er ringur at fáa eyga á. Tí ræður um at seta stuðulstiltøk til íløgur í landbúnaðin í verk beinanveg, heldur Jóhann Fagraklett.
Hetta er brot úr longri samrøðu við Jóhann Fagraklett í Sosialinum. Les alla samrøðuna í blaðnum.