Halla Debes úr Havn vitjaði í Góðan Morgun Føroyar í morgun. Hon greiddi har frá, at hon helt Bonderøven vera so fittan, at hon gav honum ein muss á hvønn kjálka.
Hon er stórur fjepparin av donsku sjónvarpssendirøðini Bonderøven, og í gjárkvøldið slapp hon at hitta hann, nú hann vitjar í Føroyum.
Les eisini: Bonderøven býr hjá borgarstjóra
Hetta var í sambandi við, at Frank Erichsen, ella Bonderøven, helt ein fyrilestur á Østrøm í gjárkvøldið.
- Fyri nøkrum árum síðani sendi eg honum og familjuni troyggjur, sum eg hevði bundið. Í gjárkvøldið var hann í troyggjuni, sigur Halla Debes við Kringvarpið. Og somuleiðis avdúkaði hon, at hon ætlar sær at binda teimum nýggjar troyggjur.
Í morgunsendingini hjá Kringvarpinum í morgun, greiddi hon frá upplivingini í gjárkvøldið, tá hon á fyrsta sinni hitti Bonderøven. Trýst her fyri at hoyra innslagið.