Nýggjasti Bond-filmurin, Spectre, hevur júst havt frumframførslu her í Føroyum. Hetta er allarhelst seinasti filmurin við Daniel Craig í leiklutinum sum James Bond. Hann boðaði nevniliga frá fyrr í heyst, at hann ikki hevði hug at spæla leiklutin longur.
Nú siga filmsummælarar at tíðin kanska er komin at lata 007 fara nýggjar leiðir. Í hesum sambandi eru fleiri, sum siga, at ein littur Bond hevði verið spennandi og tey hava enntá sett navn á sjónleikaran. 43 ára gamli Idris Elba verður sagdur at vera eitt gott boð. Hann er best kendur frá sendirøðini The Wire.
Velja filmsskapararnir tað siðbundna, so er tað Jude Law, kendur frá filmum sum Sherlock Holmes, The Holiday og The Talented Mr. Ripley. Eisini verður Benedict Cumberbatch nevndur.
Allarhelst er tíðin ikki heilt búgvin til ein myrkan Bond enn. Vìst verður á, at James Bond fyrst og fremst er sett í Onglandi eftir kolonialismuna og nú kalda kríggið, og at fyribils er stórur tørvur á, at hann uttan trupulleikar kann ferðast millum enska yvirklassan. Tí verður hann allarhelst verandi hvítur eina stund aftur at.
Tó so, hóast Daniel Craig sigur seg hava mist hugin, so er hann sáttmálabundin at gera ein film afturat, so neyvan hava vit sæð tað seinasta av honum sum James Bond.










