Klummur er oftast lættlisnar men hóast tað, eru tær ikki altíð so lættar at skriva. Tann reyði tráðurin kann fløkjast, og skemtingarsami tónin kann vera torførur at raka.
Bókin Klumman sær út sum ein bommpakki við síni ljósareyðu permu. Næstan so, at eg fái hug at seta tennirnar í hana. Stuttliga tekningin hjá Óla P á permuni ger meg ikki minni svanga.
Málið í bókini er merkt av, at klummurnar eru skrivaðar til at lesa upp. Har er nógv talumál, men hetta ger onki í eini klummu, har formurin kann vera eitt sindur fríur.
Eg smílist, nikkið og flenni hartil hart nakrar ferðir. Armgarð Arge fylgir væl við í tí, sum hendir í samfelagnum og fjølmiðlunum, og dugir sera væl at lýsa, hvussu tað er at vera kvinna í 2009.
Bókin er aktuell, og nógvar av klummunum fara nokk ikki at vera líka stuttligar at lesa um nøkur ár. Tekningarnar hjá Óla P eru lokkandi inngangir til klummurnar, viðhvørt eitt sindur torskiltar men oftast rakar hann seymin á høvdið.
Um man sær bókina sum ein bommpakka, so er tað nokk betri at gera, sum rátt verður til við bommum - man fær sær eitt av og á. Ikki gera sum eg gjørdi - lesa alla bókina eftir einum kvøldi. Tá hevði eg hug at vamlast eitt sindur og helt, at okkurt gekk aftur ov oftani. Nei, betri er at lesa nakrar av klummunum í senn, tá tú hevur eina løtu og frið til at taka tær av løttum.
Eg hevði viljað, at nógvir føroyingar fara at lesa bókina. Hon er klók og beinrakin, og høvdu fleiri hugsað sum Armgarð, høvdu vit avgjørt haft eitt betri samfelag.
Einasta, eg havi at finnast at, er at bókin er í so dýr - 249 krónur er nógv fyri 129 síður, sum nógv hava hoyrt fyrr í útvarpinum.
Lat meg enda við einum sitatið frá kjakinum á kvinna.fo. Har skrivaði ein kvinna soleiðis um klummurnar hjá Armgarð Arge: "Klumman er sum gott sex. Man veit ikki at man hevur tørv á tí, fyrr enn man hevur fingið tað;)".