Bommgjald rakar diabetikarar

Ætlanin við heilsugjaldinum hjá samgonguni er at tálma nýtsluna av ósunnum vørum, men kortini rakar gjaldið eisini ein bólk, ið ger nógv fyri at eta sunt. Tað má tí vera andsøgn við ætlanina hjá samgongunum, at diabetikarar í Føroyum í framtíðini skulu gjalda enn meir fyri sínar sukurfríu vørur.

"Tað hevur leingi nervað heilsumynduleikarnar í Føroyum eins og aðrastaðni í vesturheiminum, at mat- og drykkjuvanarnir hjá fólki eru vorðnir støðugt ósunnari. Landstýrið hevur sett sær sum mál, at upplýsa um hendan vandan, men eisini beinleiðis at ávirka atburðin hjá fólki, soleiðis at nýtslan av ósunnum vørum verður minni."
Soleiðis eru viðmerkingarnar orðaðar til broytingarnar í inntøkulógunum í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2004. Endamálið við heilsugjaldinum, eisini nevnt bommgjaldið, er sum nevnt at tálma nýtsluna av ávísum vørum.
Umboð fyri vinnuna gjørdu alt fyri eitt bart í fjølmiðlunum um nýggja bommgjaldið, tí vinnan er stak ónøgd við at vera skattainnkrevjari hjá landinum, nú pengar tátta í landskassanum.
Ein annar samfelagsbólkur gera nú eisini vart seg við um ætlaða heilsugjaldið. Diabetesfelag Føroya skilir ikki, at fólk við diabetes verða løgd undir eitt avgjald, ið er ætlað at tálma nýtsluna av ósunnum vørum, tí fólk við diabetes gera jú nógv fyri at eta sunt, tí heilsustøðan loyvir teimum ikki at eta ov nógv søtmeti.

Avgjald á vørubólkar ikki vørur
Tað er kortini nakað, ið bendir á, at tað verður lættari sagt enn gjørt hjá Diabetesfelag Føroya at sleppa undan heilsuavgjaldinum. Javnaðartingmaðurin og kommunulæknin, Andreas Petersen, gjørdi mikudagin, undir 1. viðgerð av fíggjarlógini, vart við, at avgjøld verða vanliga løgd á vørubólkar og ikki á ávísar vørur.
Tað merkir, at tað er ógvuliga torført at sálda sukurfríar vørur frá vanligum vørum. Fyri fólk við diabetes kann hetta gerast ein stórur trupulleiki.
Taka vit vørubólkin sodavatn sum dømi, er tað ein sannroynd, at í vørubólkinum eru bæði sodavatn við sukri og sukurfrítt sodavatn, sum eitt nú Jolly Light, ið diabetikarar kunnu drekka. Tað sama er galdandi fyri vørubólkarnar súltutoy, keks og smákøkur os. fr.
Munurin á vanligum og sukurfríum vørum er, at tær sukurfríu eru ikki søtaðar við vanligum sukri, men við tí, vit kalla eftirgjørdum sukri. Tað serliga við hesum evni er, at tey ikki ávirka blóðsukrið.
Diabetesfelag Føroya hevur sent løgtingslimunum skriv um, har tey inniliga heita á løgtingslimirnar at bera so í bandi, at vørur, søtaðar við eftirgjørdum søtievni, sleppa undan heilsuavgjaldinum.
Fólk, ið dagliga liva við diabetes, vísa við jøvnum millumbili á, at vanligar vørur, so sum súltutoy, greytur og saft, ið eru eftirgjørdar við eftirgjørdum sukri, eru fleiri krónur dýrari enn somu vørur, ið eru søtaðar við vanligum sukri.
Verður heilsuavgjaldið hjá samgonguni veruleiki í núverandi líki, so bera diabetikarar ótta fyri, at tað verður alt ov dýrt at keypa vørurnar, og tað er stórt spell, tí frammanundan er vøruvalið hjá diabetikarum rættiliga avmarkað
Formaðurin í Diabetesfelag Føroya, Kristianna Rein, sigur, at í dag eru 1400 diabetikarar staðfestir í Føroyum, so talan er um nógv fólk, ið heilsuavgjaldið fer at raka, um tað gert veruleiki.
Vit hava allan fyrrapartin roynt at fingið fatur á Bill Justinussen, landsstýrismann í heilsumálum, um ein viðmerking, hvat hann ætlar at gera við málið, men tíverri tað eydnaðist ikki okkum.