Bolt setti alt upp á pláss

Spenningurin var stórur á Diamond League-ítróttarstevnuni í París í gjárkvøldið, tá menninir fyrireikaðu seg til finaluna í 200 metra renning. Tey flestu væntaðu, at metrennarin úr Jamaica, Usain Bolt, fór at vinna, men teir fronsku áskoðararnir gjørdu sítt ítarsta fyri at hjálpa teirra egna Christophe Lemaitre, sum er tann skjótasti rennarin í Evropa.

 

Men Usain Bolt var ov sterkur fyri tann 21 ára gamla fransmannin. Hóast Bolt setti ferðina eitt vet niður, áðrenn hann kom á mál, vann hann við tíðini 20,03 sekund. Christophe Lemaitre, sum bleiv nummar tvey, brúkti 20,21 sekund um teinin, og tað er hansara besta tíð í ár.

 

Usain Bolt og Christophe Lemaitre fyrireika seg til HM-kappingina, sum byrjar í Suðurkorea tann 27. august.