Usain Bolt frá Jamaika kundi runnið teinin á 100 metrar 0,14 sekund skjótari enn heimsmetið ? sum nú er 9,69 -, sum hann setti undir OL á Beijing í summar.
Fýra norskir granskarar frá Institut fyri teoretisk Astrofysik á lærda háskúlanum í Oslo eru komnir fram til, at Bolt kundi komið á málið við tíðini 9,55 sekund, um hann ikki byrjaði at frøast um sigurin 20 metrar, áðrenn hann kom um mállinjuna. Tað skrivar Ingeniøren.