Boldsen og Bruun ikki við til HM

Sunnudagin byrjar HM í manshondbólti í Tunesia. Danir, ið verða mettir sum eitt tað sterkasta liðið í kappingini, hava verið illa plágaðir av skaðum undan kappingini, og nú er greitt, at tveir av stuðulsleikarunum ikki gerast klárir til kappingina.
Talan er um spælskiparan Joachim Boldsen og málverjan Michael Bruun. Serliga er missurin av Boldsen úr týska stórfelagnum Flensburg/Handewitt svárur, tí hann verur mettur sum ein tann besti playmakarin í heiminum. Í staðin fyri teir báðar eru Bo Spellerberg úr Kolding og Peter Henriksen úr GOG úttiknir.