Boksing: Geir fekk høllina at kóka

Geir Thomsen vann, meðan Christian Christansen tapti

Fyri fyrstu ferð í søguni hevur ein skrásett boksistevna verið í Føroyum, tá tíggju dystir vóru til Burn Showdown tiltakið í høllini á Hálsi. Tveir av dystunum høvdu serliga áhuga, tá føroyskir boksarar royndu seg móti donskum boksarum.

 

Les eisini: Tóra er Føroya sterkasta kvinna

 

Í báðum førum var talan um skrásettar amatørdystir. Fyrst fekk Geir Thomsen alla høllina at kóka, tá hann í trimum umgangum vann á Thomas Jensen. Báðir boksaðu sín fyrsta skrásetta dyst. Geir Thomsen fekk fleiri góð sløg inn og endaði við at vinna 3-0.

 

Verri gekk hjá Christian Christiansen, sum hevur havt trupulleikar við økslini. Hann tapti fyro Tor Pedersen, sum beinanvegin vísti at hann hevði munin í dystinum, sum var tríggjar ferðir tríggjar minuttir.

 

Í fleiri av hinum førunum var talan um ungdómsdystir, framvísningsdystir og venjingardystir. Boksing var tað seinasta á skránni til Burn Showdown fríggjadagin.