Í kvøld er Faroe Fight Night 2019 í høllini á Hálsi. Tveir føroyskir boksarar skulu í ringin í kvøld. Tann fyrri av teimum er Bjartur René Nielsen, sum boksaði móti Andreas Luy Jensen, ið hevur vunnið DM fyri byrjarar fyrr í ár. Hetta er ein dystur í Elite-bólkinum í vektklassanum millumvekt.
Her vann Bjartur René Nielsen eftir tríggjar umgangir á tríggjar minuttir. Dómaraatkvøðurnar søgdu 4-1 til føroyska boksaran. Tað var nógv róp og fagnaður undir og eftir dystin.
- Hetta er fantastiskt. Eg skuldi bara vinna á honum og eg fór beint eftir tí. Tað hevði eisini stóran týdning fyri meg, at hoyra vinfólk og áskoðararnar rópa og stuðla mær, sigur Bjartur René Nielsen, sum boksar fyri Tórshavn Boksing.
Seinni í kvøld skal føroyski Benjamin Baadesager eisini í ringin. Hann boksar í aldursbólkinum U19, lættvekt.