Bókin um Kjølbro løgd fram á Sjómannadegi

Meðan Sjómannadagurin leikaði harðast á í dag klokkan 15 varð boðið til bókaframløgu av bókini, Kjølbro, sum Óli Jacobsen hevur skrivað

Meðan Sjómannadagurin leikaði harðast á í dag klokkan 15 varð boðið til bókaframløgu av bókini, Kjølbro, sum Óli Jacobsen hevur skrivað.

 
Hetta hendi í Skúlanum við Ósánna, nú kallað á Skúlatrøð í einum stúgvandi fullum skúla – Og tey vóru mong, sum ognaðu sær bókina og fingu hana signaerða av rithøvundanum. Og tað var ikki nakað tilvildarligt borð hann signeraði bøkurnar á, men gamla skrivaraborðið hjá Kjølbro við eini líka gamlari PH-lampu á.
 
Teir, sum annars hava tikið stig til bókina og hava verið eitt slag av ritstjórn hjá Óla, eru Jóannes Kjølbro, Anders Harboe Ree og Finn Kjølbro, allir abbasynir hjá Kjølbro – Jógvan Frederik Kjølbro.
 
Tað, sum annars gekk fyri seg á framløguni, var, at 17 sangarar undir leiðslu av Jógvani við Keldu sungu, Í summarhýri. Síðani greiddi Jóannes Kjølbro, stigtakari og útgevari frá, hvussu henda útgávan var komin í lag.
 
Rithøvundurin, Óli Jacobsen greiddi frá tilgongdin at skriva hesa stóru bók, sum telur heilar 500 síður. Um fólk hann hevði tosað við, sum høgdu arbeitt saman við Kjølbro og onkrar av arbeiðskonunum eisini. Hann hevði lagt sær eina við, at tað, sum stóð í bókini, skuldi hava ein kendan uppruna og ikki vera gitingar.
 
Síðani sungu 17 sangarar aftur, hesaferð Nú nemur náttin og Mín hirði góður, áðrenn Finn Kjølbro hevði orðið, har hann segði frá, hvussu hann minnist abba sín. Har vóru eisini fleiri skemtiligar frásagnir.
 
At enda hugleiddi Jóan Pauli Joensen, søgu- og fólkalívsfrøðingur um Kjølbro. Um virksemi hansara, og hvønn týdning hann hevur havt fyri umhvørvið, hann virkaði í, og samtíðina.
 
Sum sagt vóru um 200 fólk komin saman til framløguna, ið vóru hugtikin av løtuni og nøkur teirra fóru avstaðaftur við fleiri bókum undir arminum eftir ein góðan kaffimunn og eitt gott prát.
 
Bókin fær eisini eina framløgu í Tórshavn. Henda verður í H. N. Jacobsens Bókhandli, mánadagin 24. august kl. 17.
 
Ein snotilig bók í rúmligum vavi, sum er enn eitt  klípi til føroyska vinnusøgu og til Klaksvíkar søgu annars.