Tað er bara hugflogið, ið avmarkar hvat kann verða brúkt, tá valevnini í vikurnar upp til eitt løgtingsval kappast um atkvøðurnar hjá veljaranum. Hóast tað eru vanligu plakatirnar og lýsingarnar, ið eru mest brúkta tólið, so verður ymiskt annað eisini brúkt í stríðnum um atkvøðurnar.
Heldur óvanligt er tað tó, at valevnir geva út bøkur beint undan valinum. Men tað hevur Høgni Reistrup, valevni hjá Framsókn, valt at gjørt, nú hann stillar upp fyri fyrstu ferð.
Nýggja bókin hjá Reistrup eitur Framtíðin er okkara, ið Høgni lýsir sum eitt innlit í hansara politisku ætlanir og hugsjónir.
Høgni Reistrup dylur ikki fyri, at bókin er eitt íkast til løgtingsvalið. Á bloggi sínum skrivar hann, at hann vónar, at bókin ger, at veljarin trygt kann seta krossin við hansara navn til komandi val.
Tað er forlagið Sprotin, ið útgevur Framtíðin er okkara, og er talan um seinnu bókaútgávuna hjá Høgna Reistrup. Hann var annar av ritstjórunum til bókina Exit Føroyar, ið viðgjørdi fólkafráflytingina.