Klokkan 16 í dag verður bókamóttøka í Miðlahúsinum, har Súsanna O. Skaale leggur bókina »Um hann bara sló meg« fram.
Bókin umrøður fimm føroyskar kvinnur, sum hava verið úti fyri harðskapi, har tær greiða frá um harðskapin og hvussu tær fótaðu sær aftur.
Í tí sambandi verður móttøka í Miðlahúsinum í Vágsbotni í dag frá klokkan 16.00 til 18.00.
Annika Olsen, landssýriskvinna í Almannamálum, Katrin á Neystabø frá Amnesty Føroyar og Tóra Petersen, forkvinna í felagnum Føroyskir Sálarfrøðingar, siga nøkur orð.