Bókakaféirnar halda fram á Býarbókasavninum í Havn í 2014.
Upplýst verður, at fyrsta bókakaféin í ár verður í annaðkvøld, hóskvøldið 6. februar klokkan 19.30.
- Hesaferð er tað Kim Simonsen, sum í samrøðu við Ivan Niclasen fer at práta um bókmentir, bókmentarák og nýggja savnið "Hvat hjálpir einum menniskja at vakna ein morgun hesumegin hetta áratúsundið".
Savnið er eitt sansandi savn av tekstum og yrkingum við hørðum og melankolskum myndum, ið ganga teirra egna veg, bæði tá ræður um at bróta við genrur, og tá ræður um at víðka hugtakið um, hvat eitt nútímans yrkingasavn kann vera.
- Savnið er soleiðis eisini ein samanhangandi eind, uttan at partarnir eru tengdir at hvørjum øðrum. Í savninum er eisini fitt av plansjum og fotomyndum, sigur Býarbókasavnið.
Lagt verður aftrat, at Kim Simonsen er høvundur, mag.art og ph.d.










