Mikudagin 11. desembur heldur Bjarne Skule fyrilestur um firvaldar við støði í bókini The Lepidoptera of the Faroe Islands – Firvaldar í Føroyum – sum kom út í oktober.
Tiltakið verður á Søgu- og samfelagsdeildini, Jónas Broncks gøtu 25, veghædd, frá kl. 16.30.
Høvundarnir eru Jens-Kjeld Jensen, Ole Karsholt, Hans Eli Sivertsen, Bjarne Skule & Karl Anfinn Thomsen
Bókin er 140 síður við gott 50 litmyndum. Hon er á donskum og enskum.
Bókin hevur eitt dagført yvirlit og eina støðumeting av øllum summarfuglum funnum í Føroyum. Hon fevnir um 170 sløg, sum eru skrásett frá ár 1781 til og við endan av 2023.
Eisini er inngangur við stuttari frágreiðing um jarðfrøði og landafrøði, veðurlag og náttúru, søguni um firvaldar í Føroyum, upprunan av føroysku firvaldafaununi, umframt um fjølbroytni og lívfrøði hjá føroyskum firvaldum.
Útbreiðslukort fyri fastbúgvandi, flytifirvaldar og innflutt sløg eru í bókini, og keldulisti, sum fevnir um allar útgávur um føroyskar summarfuglar, sum vit kenna.
At enda er ein yvirlitsskrá við føroyskum nøvnum og vísindaligu nøvnum á firvaldum, sum eru nevndir í bókini.