Bók um Tjaldrið

Erling Poulsen í Vági hevur givið út bók um Tjaldrið.

 

Í fjør vóru liðin 50 ár síðani, at Tjaldrið fórst á Mjóvanesi, í ár eru liðin 70 ár síðani sumbingar og aðrir vóru tiltiknu dansiferðina í Keypmanahavn, og næsta ár eru 60 ár síðani, at fleir enn hundrað føroysk skúlabørn vóru til tað stóra minningarhaldið á Bellahøj í Keypmannahavn til minnis um, at tað vóru 150 ár síðani, at »stavnsbandið« varð avtikið.

Tí helt Erling Poulsen, at tað kanska ikki var heilt burturvið at festa hesar tilburðir á blað, og soleiðis er henda bók vorðin til, sigur høvundin í formælinum.

Tjaldrið røkti skipasambandið millum Føroyar og Keypmannahavn í 21 ár, og tá fór tað mangan brattan.