Bogi var tvífaldur málskjútti

Fyrrverandi ÍF spælarin átti sín stóra lut, tá ið Kolding IF í dag vann tryggan sigur í Middelfart

Bogi Reinert Petersen hevur ikki verið á ÍF liðnum síðani fyri summarsteðgin. At miðvallarin ikki longur er í føroysku kappingini vil ikki siga, at hann ikki spælir fótbólt.

Fyrrverandi ÍF miðvallarin spælir nú í Kolding IF, sum er í donsku aðru deild. Talan er um triðju bestu deildini, ið nú er flokkað í tríggjar bólkar.

Kolding IK er í b bólkinum. Har eru átta lið, og eftir fimm umfør er Kolding IF næstfremst við níggju stigum. Liðið hevur tapt tvær ferðir, og í dag eydnaðist tað at vinna triðja sigurin.

 

Í dag var Kolding IF á útivølli ímóti Middelfart, sum undan dagsins dystin hevði vunnið tvær ferðir og tvær ferðir verið partur av javnleiki.

Í dag legði Middelfart rygg til fyrsta tapið. Bogi R. Petersen og liðfelagarnir vunnu 5-2, og føroyski spælarin átti stóran leiklut í trivaliga sigrinum, tí hann var tvífaldur málskjútti.

 

Tólv minuttir vóru farnir, tá ið Bogi R. Petersen setti hol á. Dygst undan steðginum varð 2-0 og beinanvegin eftir steðgin vísti talvan 3-0 til Kolding IF.

Tað kom spenningur í aftur, tá ið heimaliðið minkaði um munin til 3-1 og 3-2, men tíggju minuttir eftir seinna heimamálið var tað Bogi Reinert Petersen, sum skoraði til 4-2, og harvið var dysturin avgjørdur. Í yvirtíðini staðfesti Kolding IF trivaliga 5-2 sigurin.