Bogi vann í Danmark

Seinasta vikuskifti tók skálamaðurin, Bogi Kristiansen, lut í stórari súkklukapping í Danmark. Súkklaðir vórðu 100 kilometrar eftir landavegnum, og sum skilst var talan um harða kapping. Eingin súkklari megnaði tó veruliga at skræða seg leysan, og í einum sera spennandi endaspurti eydnaðist tað Boga at koma fyrstur um málið.
Bogi verður í summar partur av føroyska Oyl-landsliðnum á Hetlandi.