Bogi Simonsen á odda í bridge

Serliga var tað úrslitið móti verandi føroyameistarunum ? liðnum hjá Per Kallsberg ? sum gjørdi góðan mun. Bogi Simonsum (Arne Mikkelsen, Hans Jacob Petersen, Jákup Hjaltalin, Arnbjørn Sivertsen og Jens Midjord) vann so nógv sum 25-3 á Per Kallsberg. Verandi føroyameistararnir høvdu eina óvanliga ringa byrjan og liggja nú á aftasta plássið við 17 stigum fyri tveir dystir.

Í 2. deild liggur liðið hjá MBM (Heðin Mortensen, Ingibjørg Hansen, Marianna Eystberg, Steinbjørn Zachariassen og Mads Guttesen) fremst eftir tveir dystir.

 

Í uppgerðini um, hvussu tey einstøku pørini kláraðu seg í kappingini liggja Jákup Hjaltalin og Hans Jacob Petersen nummar eitt.

 

Støðan í 1. deild er: 1. Bogi Simonsen 42, 2. Høgni Jacobsen 36, 3. Eysturoy I 33, 4. Salomon Johansen 26, 5 Eysturoy II 23, 6. Per Kallsberg 17.

 

Í 2. deild: 1. MBM 39, 2. Jórun Johannesen 37, 3. KBI Klaksvík 36, 4. Maria V. Hansen 35, 5. Jóna Frida Hentze 33, 6. Óli Holm 25, 7. Eva Sarita Berg 19, 8. Juniorarnir 12.