TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr steypafinalu-upptaktsprátið, sum var við kenda B36-fjepparan, Boga Simonsen í sendingini SportBoxin á Rás2.
- B36 vinnur 3-1, tippar Bogi Simonsen avgjørdur, og leggur aftrat, at hann metir Patrik Johannesen, Róaldur Jakobsen og Łukasz Cieślewicz skora málini fyri B36, og Klæmint A. Olsen skorar málið hjá NSÍ.
Bogi Simonsen heldur, at í mun til dystirnar, sum hann hevur sæð millum B36 og NSÍ í effodeildini, at B36 er favorittur til at vinna steypafinaluna ímóti NSÍ.
Tróndur Arge sigur frá finaluni um løgmanssteypið, sum verður spæld í annaðkvøld klokkan 19.45. Rás2 byrjar upptaktssendingina longu klokkan 15.