Bogi Reinert: Hatta var ikki reytt kort

Føroyski debutanturin er ikki samdur við dómarans avgerð í landsdystinum fríggjakvøldið.

Fríggjakvøldið taptu Føroyar 2-0 ímóti Kosovo. Ein dystur, sum var fyrsti skrásetti landsdysturin nakrantíð hjá mótstøðutjóðini. Føroyska avrikið var ikki nakað at reypa av, men serliga man tað vera ein føroyskur leikari, ið hevur sínar orsøkir at harmast um dystin fríggjakvøldið.

 

Tá ið tað leið ímóti dystarenda varð 23 ára gamli miðvallarin hjá ÍF, Bogi Reinert Petersen, á fyrsta sinni settur á vøllin fyri føroyska landsliðið. Tað gingu tó bara tríggjar minuttir, so bleiv sami maður vístur av vølli.

 

Bogi Reinert Petersen greiðir soleiðis frá hendingini í samrøðu við Ítróttarsosialin.

 

- Eg geri eina hálvgum skeiva temjing, sum er mín fyrsta nerting í landsliðskarrieruni. Tann næsta er ein takkling, har vit raka bóltin í senn uttan kontakt við hvønn annan. So endi eg við einum reyðum korti.

 

Miðvallarin heldur ikki, at tað var rættvíst, at hann bleiv útvístur.

 

- Hatta var slett ikki reytt kort. Um so er, so mangl eg eini 50 reyð kort. Har var minst 10 sentimetrar frá at verða kontakt.

 

Fleiri viðmerkingar frá Boga Reinert Petersen um reyða kortið kunnu lesast í Ítróttarsosialinum, sum er komið í sølubúðirnar fyrr í dag.

 

Reyða kortið sæst í samandráttinum frá landsdystinum, ið sæst HER. Kringvarp Føroya eigur upptøkuna.