Bogi og Magni vunnu FM í bridge

Bogi Simonsen og Magni Jøkladal vunnu FM í bridge fyri pør. Kappingin varð spæld í Bridgehúsinum leygardagin. Í alt vóru spæld 78 spøl frá klokkan 10 fyrrapart til klokkan 20.30 um kvøldið.

 

Eftir 30 spøl løgdu Bogi Sominsen og Magni Jøkladal seg á odda og lógu á fyrsta plássi restina av kappingini. Nummar tvey gjørdust Balle Mohr og Árni M. Dam og nummar 3 Arne Mikkelsen og Símun Lassaberg.

 

FM pør var seinasta kapping í Føroyum í hesum bridge-árinum, men 20. mai skulu 16 bridgespælarar verða við í íslendsku landspartakappingini Kjørdæmamót.