Bogi og Kinna sterkast í styrkilyfting

Um vikuskiftið var FM í styrkilyfting í Yndi. Fleiri met blivu eisini sett

FM í powerlifthing var leygardagin í Yndi Fitness í Tórshavn. Hjá monnum megnaði Bogi Hammer at endurvinna heitið sum FM vinnari í “Powerlifthing”.

 

Jákup Petur Djurhuus bleiv nummar tvey, meðan Bjarni Nielsen bleiv nummar trý. Jákup Petur Djurhuus setti nýtt met í squat og í samlaðu støðuni í 100 kilo flokkinum.

 

Hjá kvinnum gjørdist Kinna úr Dímun FM vinnari. Hon setti trý met á vegnum. Hon setti millum annað nýtt met í squat, har hon lyfti 125 kilo.