Tað hava teir báðir Bogi Løkin og Jónas Þór Næs hinvegin.
Týsdagin spældi Bogi Løkin allan fyrra hálvleik, tá Frem vann 3-1 á Avarta, sum spælir eina deild lægri enn Frem. Sambært heimasíðuni hjá Frem var Bogi Løkin einasti føroyingurin á liðnum henda dystin.
Í gjár var umframt Boga Løkin eisini Jónas Þór Næs við á liðnum. Teir báðir fingu hvør sín hálvleik ? Bogi spældi fyrra á miðvøllinum, meðan Jónas spældi seinna á høgra bakki.
Hesin dysturin var í móti næstbesta liðnum hjá FC Nordsjælland og endaði hann við javnleiki 2-2. Hvørgin av føroyingunum kom á máltalvuna, men Jónas Þór Næs fekk eitt gult kort móti dystarenda.
Næsti venjingardysturin hjá Frem verður leygardagin, tá teir spæla í móti næstbesta liðnum hjá Brøndby.