Bogi Løkin fekk fyri útvið tveimum árum síðani álvarsaman knæskaða og spældi tí einki í 2013. Í ár er hann byrjaður at koma fyri seg og hevur hann leikt nakrar dystir við besta liðnum hjá ÍF Føroyum.
Bogi Løkin er skrásettur fyri 19 A-landsdystir fyri Føroyar og hevur skotið 1 mál.
Sáttmálin millum Boga Løkin og ÍF er galdandi fyri tað, ið eftir er av kappingarárinum.










