Bogi Hansen fekk norðurlendsku virðislønina

Alment koma tíðindini ikki út fyrr enn seinnapartin í dag, men tað skuldi verið púrasta vist. Bogi Hansen fær í dag Norðurlendsku umhvørvisvirðislønina, sum er 350.000 krónur

Virðisløn

Seinnapartin í dag skuldi avdúkast, hvør skuldi fáa umhvørvisvirðislønina hjá Norðurlandaráðnum. Almennu boðini um hetta vórðu ikki váttað fyrr enn eftir evstamark okkara, og tað tyikist púra víst, at tað verður Bogi Hansen, sum fær virðislønina. Nakað sum varð meira ella minni váttað av Løgtingsins røðarapalli, har Hergir Nielsen stafðesti veruleikan. Sjálvur vil Bogi Hansen ikki gera nakrar sum helst viðmerkingar til tíðindini, men frá væl vitandi keldum hava vit tó frætt, at hetta er rætt.
Orsøkin til, at Bogi varð innstillaður til virðislønina var drúgva granskingararbeiði hansara innan veðurlagsbroytingar. Longu við innstillingini gjørdi Norðurlandaráðið greitt, at heiðurslønin í ár skuldi latast einum einstaklingini ella felagsskapi, sum við kanningum yvir eitt longri tíðarskeið hevur gjørt vart við veðurlagsbroytingar, ella sum eru komin við loysnum um at minka um umhvørvisskaðilig árin ella lekar.
Og tað er eingin ivi um, at Bogi lýkur treytirnar í hesum. Seinastu 20 árini hevur hann støðugt verið partur av granskingini og kjakinum um, hvørjar avleiðingar sonevnda vakstrarhúseffektin tað kann fáa fyri umhvørvið. Serstakliga hevur hetta verið gjørt við atliti til Golf-streymin, sum er so týdningarmikil fyri føroyska umhvørvið og búskapin.
Seinnapartin í dag verður hátíðarhald í Nótatúni, har Bogi Hansen verður útnevndur professari, og væntast kann tí, at løtan verður eyka hátíðarlig, nú Norðurlendska umhvørvisvirðislønin eisini stendur á skránni.