Í samband við vitjanina hjá Al Gore verður nógv gjørt burtur úr spurninginum um menniskjans ringu viðferð av náttúruni.
Hetta verður í mestan mun orðað sum okkara dálking av náttúruni við at oyðsla við oljuorku v. m. Úrslitið er sonevnt oyðing av pørtum av ozonlagum við hartil ógagnligari upphitan av jørðini.
Útvarpskvinnan segði, at Bogi hevði ein greiðan boðskap um hesi viðurskifti. Í stuttari endurgávu av orðum hansara varð sagt, at "vit kunnu vænta heitari veðurlag, ið kundi gagna okkum á landi og sjógvi, men vit kundu eisini rokna við kaldari veðurlag, og tá varð ikki livandi her"!
Tá tíðindastubbin var liðugur, sat eg eftir við spurninginum: Hvør var hansara "greiði boðskapur"?
Eg ivist ikki í, at Bogi við sínum kanningararbeiði hevur ásannað vandan á gagnligar fyritreytir fyri lívi í náttúruni, í hesum føri í sjónum.
Niðurstøðan hjá øllum okkara vitandi og vælløntu granskarum er, at vit mugu minka orkunýtsluna, fyri at bøta um skaðan.
Men tað er rættuliga áhugavert at fylgja við, hjá hvørjum ovurnýtslan skal minka. Grundarlagið undir mesta partinum av "góðu" lønini hjá okkara lærdu stavar júst frá oyðsli á beinleiðis og óbeinleiðis orkunýtslu og oyðing av náttúrutilfeinginum.
Hetta er als ikki vent ímóti persóninum Boga, men eg ásanni, at í gerandisdegnum er einki meðvit hjá høvuðsaktørunum, men alla tíðina verður bara kravt meira!
Sjálvur livi eg av lágu lønini, sum arbeiðsmannafeløgini klára at skaffa, so er oljan ov dýr, mást tú ansa eftir at skrúva fyri óneyðuga heitum ovnum, ella í øðrum føri sita kaldur.
Eg rokni við, at vællønt fólk sum Bogi í hesum føri krevja meiri løn! Og azonlagið líður víðari - inntil næstu ráðstevnu!
Tað er einki stríð um brot á lønarsáttmálar, tá ferðin hjá vinnuni má setast niður, og inntøkan minkar. Bert færri arbeiðsdagar. Orkunýtslan má setast niður. Har er einki sáttmálabrot. Men hvat hendir, um lønarinntøkan hjá fastløntum/vælbjargaðum av somu orsøk skal lækka? Verkfall!
Er ongin meining í hesum? Tíverri JÚ!










