1. november tekur Bogi Andreasen við sum býlingastjóri, marknaðarleiðari í SMS í Havn Í dag hevur Bogi Andreasen, sum eisini er varaborgarstjóri í Havn, starvsfeløgum sínum á Margarinfabrikkini frá, at hann nú gevur sum leiðari á Margarinfabrikkini.
Hann verður bara eina viku aftrat, tí hann hevur feriu til góðar.
- Eg havi fingist nógv við markanaðarføring. Hetta helt eg vera eina avbjóðing, sum eg ikki kundi siga nei til, sigur Bogi Andreasen.










