Bogi er ein av 7.639 íðkarum

Føroyski Bogi Berg luttekur í Universiade, sum er ein av heimsins størstu ítróttarkappingum.

Føroyski fimleikarin, Bogi Berg, er ein av 7.639 íðkarar í heimsins næststørsta ítróttartiltaki, Universiade, eisini kent sum OL fyri lesandi.


Kappingin fer fram í Taipei, Taiwan, og hetta er 29. ferð, at summarleikirnir fyri tey lesandi verða fyriskipaðir. Fyrstuferð var í 1959.


Bogi Berg, sum er lesandi í Danmark og ger fimleik við GymAalborg, luttekur í gólvi og lopi. Føroyar eru ikki ein av teimum luttakandi 144 tjóðunum, so Bogi umboðar Danmark.


Hann megnaði at enda frammanfyri aftasta triðingin í gólvi, og hóast málið var at enda í ovaru helvtini, so kann hann erpa sær av, at hann var bestur á danska liðnum.


Støðið í kappingini er sera høgt, og ímillum luttakararnar er eitt nú OL-gullvinnarin frá í fjør, Oleg Verniaiev úr Ukreina.


Kappingin heldur fram til 30. august, og meiri er at lesa um kappingina í Sosialinum í dag.