SKÁLA
Tað er nógv á skránni í fótbóltinum á Skála. Mikukvøldið spældu teir ímóti KÍ. Í gjárkvøldið skuldu teir venja á grasinum á Svangaskarði. Í kvøld hava teir frí, og í annaðkvøld klokkan seks skulu teir spæla Intertoto. Mikukvøldið skulu teir spæla ímóti HB í Gundadali, og hósdagin skulu teir til Finnlands, har teir leygardagin skulu spæla Intertoto.
- Jú, tað er nógv á skránni, men tað hava vit einki ímóti. Serliga hugaligt kennist tað, tá ið tað gongur so væl, sum tað gjørdi ímóti KÍ. Í 1. hálvleiki var tað eitt sindur strevið, men eftir steðgin fingu vit nógv pláss. Um tað vóru teir, sum fóru niður við nakkanum, ella um tað vóru vit, sum vóru orsøkin til tað, kann altíð diskuterast. Men vit settu ferðina upp, og tað bar pláss við sær, sigur Bogi Gregersen, sum við trimum málum gjørdist stóri maðurin í góðveðrinum á Skála.
Tá ið Sosialurin hevði hann í telefonini fyrrapartin í gjár, var hann í holtur við at klæða eini hús á Skála.
- Jú. Fleiri hava steðgað á og tosað um fótbólt. Eg dugi ikki at minnast, at eg í bestu deildini havi skorað tríggjar ferðir í landskappingardysti, men eg fekk sera góða hjálp frá liðfeløgunum. Talan var um liðavrik, heldur Bogi Gregersen.
Hvussu var hesin dysturin sammett við tann, sum endaði málleysur í Fuglafirði?
- Ta ferðina kendu vit tað strævnari. Fuglfirðingar vóru sera tilvitaðir um, at vit ikki skuldu fáa mál, og møguleikarnir vóru ikki so nógvir, sum teir vóru ímóti KÍ.
Millum teir fyrstu ellivu hjá Skála vóru fýra av Strondum og Skála - Hanus Thorleifsson, Pauli G. Hansen, Jónhard Frederiksberg og Bogi Gregersen. Ein var úr Runavík, tveir úr Havnini og so var útlendingakvotan upp á fýra nýtt til fulnar.
- Vit hugsa ikki so nógv um, um spælararnir eru ættaðir av Strondum ella Skála ella onkra heilt aðra staðni frá. Vit eru stak væl allir samlir, vit hava góðan venjara, og tað er hugaligt, tá ið tað gongst væl, staðfestir Bogi Gregersen.
Iulian Florescu tiltuskaði sær steinbýtt gult kort. Hetta var fimta kortið hjá honum, og tað ber við sær, at hann verður leikbannaður ímóti HB. Fimti útlendingurin, Janel, kundi ikki koma inn, tí fýra aðrir útlendingar vóru á vøllinum. Kanska hann nú eigur tørn at spæla.










