LÍF?Skála 0?2 (0?1)
2. deild
Stigaposin og støðutalvan vísir, at tað gongur strúkandi hjá Skála. 36 ára gamli rumenski venjarin, Eugen Voda, sum sjálvur verjir málið, hevur alla orsøk at fegnast um úrslitini, og hann tykist hava gott tak á tí.
Aftur leygardagin fekk Skála fult. Á útivølli vunnu teir 2?0 ímóti leirvíkingum, sum annars hava staðið seg rættuliga væl higartil í ár. Talan var um órudduliga oyggjauppgerð, har tað var nógv stríð og nógvir nærdystir, og har tað var ikki so nógv av skilagóðum fótbóltsspæli.
Bogi Gregersen skoraði bæði málini ? miðskeiðis í fyrra og miðskeiðis í seinna hálvleiki. Fyrru ferðina legði Ronnie Hansen innfyri úr høgru, og Hans Kristian Djurhuus longdi bóltin inn í málteigin. Seinnu ferðina var Signar á Reynatrøð, aftasti maðurin hjá LÍF, heilt gestablíður. Hann mundi ikki hava ansað álopsmanninum, tá hann legði bóltin innfyri málið hjá sær sjálum. Bogi takkaði fyri og setti framvið Allani Joensen í LÍF málinum.
LÍF hevði ikki nógvar møguleikar, men spurningurin er,hvussu tað hevði lagað seg, um teir høvdu havt gjørt nyttu burturúr stóra møguleikanum í fyrsta minutti. Jonhard Høgnesen var púra leysur, tá hann lyfti upp um Eugen Voda, men tíbetur fyri skálamenn, so fór bólturin við síðuna av málinum.
Hjá Skála hava Marius Joensen, Alexander Johansen og liðformaðurin, Tummas Olsen, verið skaðaplágaðir. Leygardagin legðist Bogi Gregersen afturat skaðalistanum. Hann var so óheppin at bróta hondina og verður tískil ikki við aftur tær næstu fimm vikurnar.
Skála hevur havt fleiri spælarar við unglinga hondbóltslandsliðnum, sum hevur verið burturi. Tað kemur væl við á Skála, at nú verða t.d. Arnold Berg, Sveinur Justinussen og Jørmund Joensen tøkir í fótbóltinum.
LÍF-Skála 0-2 (0-1)
0-1: Bogi Gregersen
0-2: Bogi Gregersen










